Av øllum londum í eyst’ og vest’

Orð: Ole Vig
Lag: Hans Matthison-Hansen
Týtt leysliga úr norskum: Poul F. Joensen

1. Av øllum londum í eyst’ og vest’
er føðilandið mær hjarta næst,
hitt fjallaheimið
í sorg sum gleimi
mær dámar best.

2. Frá Mýlingstindi til Beinisvørð,
sum standa verjur um fosturjørð,
har mál mítt ljóðar,
har best mær hóvar
við bláan fjørð.

3. Eg elski fjøllini himnahá
við stinnum tindum, ið loftskýggj ná,
og grønum líðum –
frá fyrndartíðum
tey stóðu svá.

4. Eg elski áir og fossalag,
hin væna hagan, har fuglur kvað,
og vøtn og tjarnir,
har sól og stjørnur
seg spegla á.

5. Eg elski havið, har frælsi grør,
eg elski villan sum stillan fjørð
og merkur fagrar,
har bylgja akrar
á óðalsjørð.

6. So hátt eg elski mítt móðurmál,
ið ljóðar stint eins og herðað stál
á mannamunni
frá hjartans grunni
og instu sál.

7. Tó mest eg elski tað fólk, ið her
sær heimstað fann millum fjøll og sker,
men ferðast víða
sum fedrar fríu,
har aldan ber.

8. Vit eru føroyingar, serstøk tjóð,
við felagslagnu, eitt felags blóð,
og felags minni
so mong tú finnur
úr tíðarflóð.

9. Ei alt, ið glitrar er stórt og gott;
tað ofta roynist, ið tóktist smátt;
hjá mær er heimið,
hvar enn eg sveimi,
mítt dreymaslott.

FavoriteLoadingGoym tekstin