Av øllum londum

Poul F. Joensen
Orð: Poul F. Joensen

Av øllum londum í eyst og vest,
er føðilandið mær hjarta næst,
hitt fjallaheimið
í sorg sum gleimi
mær dámar best.

Frá Mýlingstindi til Beinisvørð,
sum standa verjur um fosturjørð,
har mál mítt ljóðar,
har best mær hóvar
við bláan fjørð.

Eg elski fjøllin himnahá
við stinnum tindum, ið loftskýggj ná,
og grønum líðum,
frá fyrndartíðum
tey stóðu svá.

Eg elski áir og fossalag,
hin væna hagan, har fuglur kvað,
og vøtn og tjarnir,
har sól og stjørnir
seg spegla á.

Eg elski havið, har frælsi grør,
eg elski villan sum stillan fjørð,
og merkur fagrar,
har bylgja akrar
á óðalsjørð.

So hátt eg elski mítt móðurmál,
ið ljóðar stint eins og herðað stál
á mannamunni
frá hjartansgrunni
og instu sál.

Tó mest eg elski tað fólk, ið her
sær heimstað fann millum fjøll og sker,
men ferðast víða,
sum fedrar fríu,
har aldan ber.

Vit eru Føroyingar, serstøk tjóð
við felags lagnu eitt felagsblóð,
og felags minni
so mong tú finnur
úr tíðarflóð.

Ei alt, ið glitrar er stórt og gott,
tað ofta roynist, ið tóktist smátt,
hjá mær er heimi,
hvar enn eg sveimi,
mítt dreymaslott.

FavoriteLoadingGoym tekstin