Av øllum nøvnum elski eg

Orð: Frederick Whitfield
Lag: William H. Rudd
Týtt: Petur William Háberg

1. Av øllum nøvnum elski eg
mest, Jesus, navnið títt,
tað stillar sakn, sum nívir meg,
og gleðir hjarta mítt.

Niðurlag:
:,: Áh, sum eg elski Jesu navn, :,:
áh, sum eg elski Jesu navn.
Á fold tað dýrast er.

2. Mær boð um kærleika ber tað
og náðiboð so góð,
tað opnar syndarum í dag
til himmalheimið slóð.

3. Tá í Guds ríki endað er
mín jarðarleið so trong,
mín sál við teimum frelstu ber
hans navni takkarsong.

FavoriteLoadingGoym tekstin