Av øllum størstur Jesus er

Týtt: Victor Danielsen

1. Av øllum størstur Jesus er
á jørð, í Himli við;
hann eina hvíld í hjartað ber,
hann eina gevur frið.

Niðurlag: Ja, Jesu navn er dýrabart,
bert tað ger myrkur ljóst;
við Jesu navni frið tú fært
í særda, tyngda bróst.

2. Mín vón, áh, Jesus, er títt navn,
ja, frelsu gevur tú,
tí veika ert tú hvíldarhavn,
har er mín friður nú.

3. Áh, hevði mong ein sál sær vent
til hesa lívsins flóð!
Áh, hevði mangt eitt hjarta kent
títt dýrabara blóð!

FavoriteLoadingGoym tekstin