Av øllum tí góða, Várharra gav

Orð: Dione Isaksen
Lag: So dapurt og dimt var um Føroya land

1. Av øllum tí góða, Várharra gav,
ei nøkur gávan var betri
enn vatnið, sum rennur frá fjalli í hav
bæði á sumri og vetri,
til gagn fyri menniskjur og fyri dýr,
til gagn fyri alt, sum á foldini býr.

2. Men vatnið tó er fyri summum ov veikt,
við gift tað títt verður blandað,
og ofta við liti – tað er nakað bleikt –
so verður tað drukkið við vanda
fyri ein og hvønn, sum nógv av tí ger,
og tí sigi eg: Tað er best sum er:

3. Ja, vatnið tað klára eg haldi eg til,
tað best er, tá eg eri tystur.
Ein annar kann drekka, hvat ið hann vil,
men tað er tó nakað, sum vist er:
er vatnið blandað við “sprutt” og lit,
so stjelur tað burt bæði pengar og vit.

FavoriteLoadingGoym tekstin