Av Skarði til Broadway

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Bob Dylan (The times they are a-changing)
Viðmerking: Gongufelagið hjá HB var á Skarði í juni og á Wall Street í New York í september 2008 – eina góða viku áðrenn virðisbrævakursirnir rapaðu í keypsskálum kring allan heimin. Yrktur í 2009.

Av Skarði til Broadway er mentanarsjokk,
tú andaneyð fært – rópar nú er tað nokk,
eitt mannahav streymar í eyst og í vest,
og kvirran hon brølar á Skarði,
í einsemi geylar tú: “Er nakar har”,
bert ekkóið aftur í høvdi tú fær.

Í Skarðsurð er illgongt og rullandi grót,
her dirvi er neyðugt – gakk fót fyri fót,
og fjøllini smílast og eygleiða teg,
so hábærslig standa og gløða.
Tað gellir í gjónni, tá grót fer á rull,
ein sansabær uppliving – sálarbót – gull.

Á Broadway her floymir ein alheimsins fjøld,
á Time Square er meldur – alt blinkar –“gott kvøld”,
reklaman hon boðar ein øðrvísi heim,
í “býnum, sum ongantíð svevur”,
her dollarin ridlar, í Wall Street er myrkt,
áðrenn ódnin hon brestur á – er púra kvirt.

Her háhús, sum fjallarøð standa so prúð
eg kenni meg aftur á Skarði beint nú,
tó munur markantur á ljóðinum er,
í New York her larmar alt “døgnið”.
Á Skarði er friðsælt við strondina kyrt,
nú á Broadway hava tey ljósini birt.

Og Frælsisgudinnan hon hyggur um hav,
um horni skjótt heimskreppa – lagnan bert svav,
í Wall Street vit gingu, beint áðrenn tað leyp,
hjarta á “Børsinum” steðga,
um heimin eitt skarvslop – ein skaðaódn feyk,
skjótt rapar alt stásið, nú kursurin reyk.

FavoriteLoadingGoym tekstin