Av tíni stóru miskunn, Harri kæri

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í august 2009.

Av tíni stóru miskunn, Harri kæri,
í eyðmýgd eg í halgidómin fari.
Eg nígi niður her á fótskør tína
at iðra meg um miklu misgerð mína.

Eg boðorð tíni megni ei at halda,
og mína syndaskuld eg ei kann gjalda.
Tí biði eg teg, Faðir, at eg fái
alt fyrigivið her av tíni náði.

Eg líti á títt lyftisorð, ið sigur,
at fyrigeving fær hvør tann, ið biður.
Hoyr mína bøn og ber tú mína byrði
mín kæri frelsari og sálarhirði!

Tøkk, kæri Gud, at tú mær frelsu gevur,
og at mítt skuldabræv tú strikað hevur,
tá sonur tín, vár sálarhirði góði
tað huldi væl við sínum offurblóði.

Hálovaður tú himnafaðir veri,
at barn títt eg av góðsku tíni eri.
Styrk mína trúgv og halga sál og sinni,
so at eg betur góða verk títt inni.