Av trúgv aleina

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur í august 2007.

Av trúgv aleina
Krist rættvísgjørdi meg,
av náði eina
hann vígdi frelsuveg,
meg endurføddi
á halgu skírnarstund,
sár míni grøddi,
mær legði frelsugrund,
brek míni bøtti
og lekti mína lund.

Hjálp mær tí Harri
at ganga trúarleið,
tær koma nærri
hvørt fet mítt æviskeið,
og lýðin læra
at elska næsta mín,
og teg at æra
sum barnið faðir sín,
til Gud, mín kæra,
eg komi heim til tín.

FavoriteLoadingGoym tekstin