Avdeyð gívur nú stunar í barnferð

Orð: Hanus Kamban
Lag: Kom og kvøð meðan vónir gerast blíðar
Viðmerking: Í Tíðartinnum frá 1985 hevur sangurin hesa viðmerking: Yrktur tá “høgrakreftir” fóru at gera um seg av nýggjum í Føroyum.

1. Avdeyð gívur nú stunar í barnferð,
og tær fúnaðu ræður fáa lív.
Deyðar tankar vit síggja í hamferð,
meðan níðingur hvessir lygiknív.
Gjøgnum skriðu og skarð
oman í bóndans garð
skríða drekar at sorla farm og far.

2. Teir, sum bórust til skrúð og skorin klæði,
aftur nokta tí veika skjól og breyð.
Teir, sum gøddust av annans fong’ og fæi,
gera krossferð fyri ótrygd og neyð.
Teir, sum kring um várt land
bóru fyrr frælsisbrand
ynskja aftur, tú hevði tunguband!

3. Og teir lirka við gull’ og grønum skógum,
og teir gykla tær lívsins happadrátt.
Og teir lokka: bert tú svíkir tín bróður,
kanst tú ognast títt egna dreymaslott.
Aftur hent er dann dorg,
sum var borin á torg
í Madrid, í Berlin og Rómaborg.

4. Lat teir skavast á andans øskudunga,
lat teir sópa allan søgunnar flór.
Lat teir dríta á fólk sítt, lat teir munga
eftir vesælavaldinum, ið fór.
Traðkið trygd undir fót.
Er bert maðketin rót,
býður prúðasta sløkja ikki bót!

5. Avdeyð gívur nú stunar í barnferð,
herðið skjøldur og hvessið tí vit.
Deyðar tankar vit síggja í hamferð,
veljið støðið og vísið tí lit.
Enn sum áður hvønn dreyg,
sum úr frummyrkri skreið,
móti morgni vit bera út í heyg!

FavoriteLoadingGoym tekstin