Ávegis

Orð: Martin Joensen
Lag: Eyðun Mohr Hansen

1. Klárur til ferð, ælaslit er,
so ragga vit okkum út í vallaraverð.
Suðandi sól, biti og ból,
frændur, ið veita okkum skugga og skjól.
Og villist eg onkuntíð aftur um sýn,
so laðar tú, vinur, ein varða til mín.

2. Hóttandi heyst, alt skrykkist leyst,
viltist av gøtuni, sum eg kendi best.
Kolasvørt skýggj, himin sum blýggj,
sýnist sum fjøllini seg brynja til kríggj.
Men tá ið alt tykist mær vónleyst og svart,
tá tendrar tú bálið so himnabjart.

3. Vetur á veg, halt fast um meg,
nú huldur og trøll vilja gera fortreð.
Tú elskar meg, eg elski teg,
so lat bara maktirnar royna seg.
Í mjørkanum biðja vit Faðir Vár,
so rýmir hvør risi og rásin er klár.

4. Aftur á beint, er tað ov seint?
Lat ongan siga, at vit ei hava roynt.
Ert tú her enn? Bít saman tenn,
so taka vit dimma dalin eitt fet í senn.
Og snáva vit ikki í glerstoyttu líð,
so eru vit heima um leggingartíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin