Axið

Orð: Hans Dalsgaard
Lag: Meg droymdi ein so sáran dreym

1. Eg fann eitt aks á vegnum,
– av hestahógvi niðurtrott.
Tá kornið er so nógv og gott,
sær bóndin ei
eitt einsligt aks á vegnum.

2. Eg tók tað upp av vegnum.
– Mær tókti synd, at háð tí beyðst.
Men tað var tómt og nyttuleyst,
tí lá tað har
sum fótatraðk á vegnum.

3. Tú vallari á vegnum,
sum gongur reystur – ansa tær,
at kjarnin góðar mentir fær.
Tú annars er
eitt burturkast á vegnum.

FavoriteLoadingGoym tekstin