Bara Guð mín ófrið kendi

Orð: R. J. Hughes
Lag: C. O. Earl
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Bara Guð mín ófrið kendi,
bara Guð sá hjarta mítt;
nú í sól eins væl og skugga
slær mítt hjarta glatt og frítt.

Niðurlag: Ei eg veit ein vin sum Jesus,
sum so trúgvur mót mær er.
Kærleiki Hans varar ævigt
og hvønn dag Hann nær mær er.

2. Vinir koma, vinir svíkja,
bara Jesus standa man!
Hann kann loysa bond, sum binda,
tá eg biði svarar Hann.

3. Henda tíð er full av vandum,
Jesus er mítt hvíldarstað!
Tí er í Hans ríku frelsu
sál mín ævigt trygg og glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin