Barnaminni

Lag: Nú suðar stilt…

Har sandur er og fjøruslætt
og havaldan ei finnist,
og æðurnar har flóta lætt
og kava, tá eg minnist
á sólskin, heitan summardag,
á spæl við skip og bát,
á sandborgir og skeljalag,
á barnaár so kát.

Har titaðu skóleysar tær,
har var ei tíð at hvíla,
ein árabátur loystur varð,
um hann lá fyri íla.
So róðu vit í onnur lond,
har eydnan var at fá,
langt burtur, langt frá heimastrond,
har kongaríkið lá.

Og hús og borgir, brúgvaløg,
har vóru bygd av hógvi,
har vuksu alskyns urtir, trø,
har var eitt stríð so tógvið.
Í bardaga har riðu menn,
og sigldu yvir høv,
og Ránar døtur vístu tenn,
og reiddu váta grøv. Lag: Nú suðar stilt…

Har sandur er og fjøruslætt
og havaldan ei finnist,
og æðurnar har flóta lætt
og kava, tá eg minnist
á sólskin, heitan summardag,
á spæl við skip og bát,
á sandborgir og skeljalag,
á barnaár so kát.

Har titaðu skóleysar tær,
har var ei tíð at hvíla,
ein árabátur loystur varð,
um hann lá fyri íla.
So róðu vit í onnur lond,
har eydnan var at fá,
langt burtur, langt frá heimastrond,
har kongaríkið lá.

Og hús og borgir, brúgvaløg,
har vóru bygd av hógvi,
har vuksu alskyns urtir, trø,
har var eitt stríð so tógvið.
Í bardaga har riðu menn,
og sigldu yvir høv,
og Ránar døtur vístu tenn,
og reiddu váta grøv.

Í minni mínum liggur enn
har sandurin, men størri
og stillari er fjørðurin,
og longri ferð hjá knørri.
Í barnahuga stórt er stórt,
ei mark kann setast á.
Í ellini er stórt so stórt,
tað ber av elli brá.

FavoriteLoadingGoym tekstin