Barnið, bergið og blómurnar

Orð: Karsten Hoydal
Lag 1: Hanus G. Johansen
Lag 2: Jørðin er so undarlig
Viðmerking: Yrktur í 1934.

1. Vilt tú finna blómurnar,
eingin annar eigur,
gakk so djarvur huga tíns
brøttu bjargaleiðir.

2. Sortugrøs og hjálpirót
út á torvu hanga,
fagrast eru blómurnar,
har ringast er at ganga.

3. Inni djúpt í gjáarskýmd
har dagur valla røkkur,
standa og hótta í hálvalýsing
trøllakampabløðkur.

4. Óttast ikki deymin har,
ið fúnað er og modnað,
óttast ikki tostan har,
ið hvør er keldan tornað.

5. Óttast ikki hæddina,
har hálkaður er klettur,
lat ei ørast fyri tær,
at tú oman dettur.

6. Klívur tú og klintrast tú,
allar leiðir finnur,
upp og niður, inn og út,
størri fong tú vinnur.

7. Kanska nøgd av blómum tá
fært tú saman strevað,
nógvar ferðir fagrari
enn nakar kann tær geva.

8. Barn mítt, mangur undan tær
søkti sama lendið,
mangur, mangur undan tær
sum armur aftur vendi.

9. Men, mítt barn, um blómur tú
vilt vinna, eingin eigur,
mást tú klúgva huga tíns
brøttu bjargaleiðir.

FavoriteLoadingGoym tekstin