Bart av brimi

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Skamlingsbanken

Bart av brimi, fjart í villum Atlantshavi
vetrarstormar ýla, streingir streyma strítt,
kyst av sól á sumri, grønt frá fjall til fjøru
liggja Føroyar, fríða føðilandið mítt.
Har í faðirs garði var í heim eg borin,
aldist upp við móður eyma, fjálga barm,
eins og fuglaungin vermdur undir vongi,
kendi onga neyð og ikki stríð og harm.

Har sum óviti eg eydnusælir leikti
bjargafugl at fleyga og at reka seyð,
gera borðbátar og spæla út at rógva,
kendi ikki heimsins harða leik um eyð.
Eg sum unglingur slapp við í øllum førum
til at royna meg í vaksna manna gerð,
vargaseyð og grind og bjargafugl at veiða,
hoygging, torvskurð, útróður og skipaferð.

Ástarband við undurfagra moy eg festi,
prúð sum Brynhild Buðladóttir, bjørt og blíð,
hon var mín, og mær hin fagrasta í heimi,
enn mítt dreymafljóð, sum fyrr í fornu tíð.
Sjálvt um kavaódn og sjórok stóð um landið,
brimið mól í møl – langt upp í berg og vøll,
boðasløg sum toruljóð og grunnbrot goystu,
dundu kappakvæði hátt í dansihøll.

Summarkvøld í dýrdarlogn fór sól til viða,
sólfevnt Føroyaland í gyltum havi vóð,
sólarroðin vaks, til hon í bálaloga
søll í vesturhavið, droyrreyð sum ein glóð.
Ungur fór eg út at royna mátt og megi,
mong ár runnu, og eg royndist millum menn.
Aldri tó eg Føroyar, heim og mál mítt gloymdi –
dreymaland mítt kæra var, og er tað enn.

Nú skal stevnast heim til ætt og fornar vinir,
festa aftur fót á gomlu føroyajørð,
hoyra kvæði ljóða, miklar boðar bróta,
hoyra fuglagleim í sól um Beinisvørð.
Eg vil ofra Føroyum síðsta mátt og megi,
mál og mentan menna til eg skal í mold.
Her sum rótin rann, við barm tín vil eg hvíla,
Føroya, føðilandið, fagrasta á fold.

FavoriteLoadingGoym tekstin