Bassi er kul

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2006.

Bassi Bassi rular hey hey hey
Bassi kul og raskur er sum sjey,
við sjóvarmálan Bassi nú hann gleið,
bjørt sólin hon bakar heit og reyð.

Niðurlag: Bassi á bylgjusíðum reið, ( la la la la – uh la la la la)
Bassi er kul og rópar bye, ( la la la la – uh la la la la)
við miklari ferð fram á leið, ( la la la la – uh la la la la)
úr fossandi bylgjubrotum steig.

Bulmikil brettir tú tær á,
við brimfjøl tú strýkur lætt á tá,
í brimgangi týðum eg teg sá,
í skúmfaksi lyftist tú upp frá.

Bassi á bylgjusíðum reið, ( la la la la – uh la la la la)
Bassi er kul og rópar bye, ( la la la la – uh la la la la)
við miklari ferð fram á leið, ( la la la la – uh la la la)
úr fossandi bylgjubrotum steig.

Í øllum veðri altíð er á ferð,
á brimfjøl tú luftlopini ger,
í barmi dirvi, árræði tú ber,
av øllum – Bassi bestur er.

Bassi á bylgjusíðum reið, ( la la la la)…

FavoriteLoadingGoym tekstin