Bassi sært tú meg

Orð og lag: Heri Nolsøe

Bassi enn við Gjónna býr,
ímillum seyð og kýr,
dámar væl at renna ein túr,
og fáa sær ein lúr.

Eygu stór og langt fitt trýn,
hann smílist nú til mín,
vaggar tá hann skundar sær
hann veittrar móti mær.

Bassi Bassi sært tú meg,
eg síggi ofta teg,
oh oh oh droym við mær,
mær leingist eftir tær.

Áin hon er klár og rein
og rennur langan tein,
á Leynavatni fiskar hann,
á mongum laksi vann.

Men tá hann til Havnar fer,
á rulluskoytum er,
ferðast sum eitt ódnar fok,
úr kjalarvørri rok.

Bassi Bassi sært tú meg,
eg síggi ofta teg,
oh oh oh droym við mær,
mær leingist eftir tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin