Beinta

Orð: Oskar Hermansson
Lag: Christian Wahl

1. Hvør er tað, sum har kemur
lætt titandi um teig,
so fitt um snýð og klødd í silkivond?
– Tað er hon, lítla Beinta, sum ferðast sína leið
langt inn í ljósu ævintýralond –
hon loypur fim um veitirnar
at heinta akkuleyur,
har fríðir standa børkubøndur
hvítir og so reyðir,
hon hentar mýrufípur og syftunsøkugrøs
ímillum lomb og spakar heimaseyðir.

2. Har firvaldar so fínir
lætt treða kátan dans,
alt meðan sól á eingjargarðar sær,
tá situr hon í bønum og bindur sóljukrans,
sum lítla spælibarnið hennar’ fær. –
Har koma tjøldur flúgvandi
við fríum veingjaspenni,
og flógva lotið hárið hennar’
strýkur eymt um ennið,
hon tekur blómutyssi í lítla føvning sín,
sum gáva er til mammuna frá henni.

3. Tá seinkar dagur, fer hon
til húsa eydnusom,
seg setir still við stovugluggakarm –
fer í vestur sólin og gyllir fjallatrom,
tá tyngist høvur lint á mjúkan arm –
hon starir út á foldina,
sum ger seg til at blunda,
har flogkykt øll og fuglarnir
at sínum skjólum stunda,
– hon andar døgg á rútin og kámar burtur alt,
nú henni boðar sól til náttarfunda.

FavoriteLoadingGoym tekstin