Beiska sorg eg Gudi voldi

Orð: Theodore Monod
Lag 1: Charles J. Vincent
Lag 2: James Mountain
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: O the bitter shame and sorrow

1. Beiska sorg eg Gudi voldi,
pínu, sum meg harmar nú,
tá eg sjálvsøkin og fallin
svaraði hans eyma kalli:
„Einans eg, men ikki tú!“

2. Tó – hann fann meg – og eg sá hann
bløðandi á krossi, jú,
bað har: „Fyrigev teim, Faðir!“
Men meg eginviljin ræðir:
„Ei bert eg og ei bert tú!“

3. Dag um dag hans eyma miskunn
hjálpti, leiddi, elti meg,
dró meg tolin til sín nærri,
til eg treyðugt segði: „Harri!
Meira tú og minni eg!“

4. Hægri enn teir hægstu himlar,
botnleysur tín kærleiki,
sum til síðst meg hevur vunnið,
svar til loyndarmálið funnið:
„Einans tú, og ikki eg!“

FavoriteLoadingGoym tekstin