Belials synir

orð og lag: Swangah Dangah

Sjúrður: – Djevulsins børn. Ja, børn Belials. Belials synir, tú.

Satans børn, hvørki meir ella minni.
Eg segði við tey: “Belials synir”!
Satans besett pakk, alt sum tað er.

Swangah Dangah- skuldi verið forboðið við lóg
– Noynoynoy, Jesus kemur aftur, tað kemur ein dómadagur, og tit verða øll dømd!

Steen: Vit eru teir sum –
Ragnar: Kasta við nevunum, illar andar á herunum,
praktikantar hjá Djevlinum frá tí svarta profetinum.
Binda jakslar við ketunum, so tú aktar systemið, sum
fokkin traðkar fyri metrunum til eitt altar frá strevinum –
Steen: Tínar hjernasellir spreingjast, og doyggja til mína rødd.
Óhóskandi fyri børn, so kroystandi i mitt høvd, at meiningin er oyðiløgd.
Designaður sum eitt trøll, við beinagrind sum ein bjørn.
Aleinaður sum vit øll. Eg –
Ragnar: Práti, og fái glóð –
Steen: Í látri, eg tári blóð. –
Ragnar: Eg spýti fokkin eld, –
Steen: Hoppi í bálið og fái sól. Ein heimagjørd orðabók. –
Ragnar: Tað ljóðar sum toran slóð, tí Swangah eru restir av teimum, Jehova tók. –
Steen: Og tvey djór renna leys, her i Tórshavn. Hungra eftir tínum blóð-smakki i góman. –
Ragnar: Løgreglan ræðir, fyri at fólk verða inni, tí hesir menn hava einki sympati i sinni. –

Niðurlag
Hvat er tað, sum eg hoyri? hvør er tað sum snakkar? (hahahahahahahaaa!)
Onkur sig mær, at eg droymi! Hvør gevur mær hesar tankar? (hahahahahahahaaa!)
Hjálp mær, hvat skal eg gera? Okkurt í mær lokkar meg til at drepa!
Eg klári ikki meir, má leggja meg niður!
Men hvat fer at henda, tá teir taka yvir?

Ragnar: Mítt operatións borð við blóð-sporðum.
Og orðini leiða til morð, sum CSI leypa um – eingin torir!
Mentalt klárir at taka teg, fysiskt, úr tínum kroppi.
Parteri og samanseti, við mikrofon og stokki.
Eg lokki, men fyrimyndarligur við krossi um hálsin.
Mamma tín við silikon pattum veit einki
um tað, eg fylti í var av eitrandi stoffum
frá mínum báðum nossum.
Tit eru mínir patientar, spentir í reimum,
fyltir við sýru og slept avstað við varandi meinum.
Eg veit um deyðiligar sjúkur,
men einki er meir skaðiligt, enn hetta í brúk her.
Oyralæknin – ja, eg tjekki títt oyra,
sum tinitus – tit sleppa ikki av við tað, tit hoyra.
Sproytu ímóti æðrum,
innspræning av mínum slevi, bíti merkir av mínum fokkin jakslum.

Niðurlag

Steen: Eg brutalt onaneri tín háls,
eg avmonteri tín puls,
eitt skrúvublað í skallan, dekoreri ein svulst.
Ja fokkin, her er ein grund, accelererað við skund,
at drepa. Eg má kasterera og fokkin eta alt ungt.
Eitt so sjarmerandi sprund, men eg vil skera hana upp
og isolera við ull, so arrangera ein fund
við køksborðið har míni offur eru plaseraði runt.
Og alt hetta sker, um eg fantaseri ein blund.
Tú bløðir so lekkirt, í øgi dementur.
Rópi eftir siggarettini: “Hvat gløðir tú eftir?!”
Klæddur sum rappari, við orði so tit agta tað,
men sæddur sum slagtari, hjá fólki, í mínum kjallara.
Ein kannibal, gev mær blóð, blóð, eg hungri!
187 deyðaslurk, beinagrind i munni!
Eg blundi og hoyri, onkur snakkar runt um meg!
Sum eg drukni, forvirraður eg hugsi:

Niðurlag

FavoriteLoadingGoym tekstin