Ber fram ein halgan song

Orð: Ray Palmer
Lag: Lowell Mason
Týtt: Victor Danielsen

1. Ber fram ein halgan song
til Harra vár og Kong,
hans prís syng her,
hans, sum nú ræður har,
sum lov av einglum fær,
við æru krýndur varð –
vár Gud hann er!

2. Vanvirðing, spott hann bar,
so beiskt tað steypið var,
hann tømdi her;
Guds einglaherur sá
við undran á hann tá –
mín sál, lat prís hann fá,
og tøkk fram ber!

3. Hann heitan kærleik ber,
vár songur armur er
í støvinum;
men í Guds Himli har
ígjøgnum ævirnar
hann betri lovsong fær
í ljósinum.

4. Men um bert veikt, so tó
sum børn eitt takkarljóð
vit bera tær;
tín maktin, æran er,
tú kongasprotan ber,
har uppi eins og her
alt prís tú fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin