Ber hátt títt høvur, øll kristin tjóð

Orð: Grundtvig
Týtt: Rólant Lenvig

Ber hátt títt høvur, øll kristin tjóð,
lít móti himni so fræls og fró,
har er tín heimarættur;
har er títt hjarta og gripur tann,
og haðan kemur við æru hann,
tú aldri gloymir aftur.

Ei meir tú óttast tín dómadag,
minst til, at Harrin fór í tín stað
til dóms og hevur vunnið;
tú stunda heldur mót morgni tí,
tá Harrin dagar í rósuský,
og myrkurs vald er runnið.

Men tá tú hómar um heyg og hól
tíns Harra ljóma í randarsól,
ja, tekn í sól og mána,
tá glógva eygu, tá bros er blítt,
tá fettir høvur tú frælst og frítt,
tá himins stjørnur fána.

Men um tær leingist, tú kristin tjóð,
so gloym tú ikki, hví Harrin tó
so leingi hevur bíðað;
men fá hann ikki í ótíð brátt
at loysa himmalsins mikla mátt
og elva trongd og kvíða.

Tú veitst, tín Harri er tolin til,
við himins eldi hann treyður vil
heimsøkja torp og garðar;
sum Ábraham fyri Sódom bað,
so bið og tú fyri Stórastað,
til stavin av hann snarar.

Ja, bið for Bábil, til tú manst sjá,
at bøn og tár ikki makta á
tí miklu skaðabylgju!
Tá rópar Harrin: «Eg komi brátt!»
Og brúður svarar: «Í skýnum hátt
sum snarljós eg tær fylgi!»

Tá gellir lúðurin síðstu ferð,
tá loga glaður um fjøll og sker,
tá missir deyði máttin,
tá verður foldin so fagurt skírd
í logaeldi og Harrans dýrd,
tá ljómar lívsins drottin.

FavoriteLoadingGoym tekstin