Ber og røtur

Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Tá hann fer avstað um morgunin, so er hann í góðum lag.
Tað er tað, sum hann er, tað er tað, sum hann ger.

Og í onkran hann fer og deilir seg í fýra, so er hann í góðum lag.
Tað er tað, sum hann er, tað er tað, sum hann ger.

Eingin veit, hvar hann býr, ella hvar hann er. Hann livir í síni egnu verð.
Tað er tað, sum hann er, tað er tað, sum hann ger.

Hann stjelur ber, stjelur ber, stjelur ber.
Hann stjelur ber, stjelur røtur og stjelur ber.

Síðan fer hann avstað við tí, sum hann hevur, so er hann góðum lag
Tað er tað, sum hann er, tað er tað, sum hann ger.

Og hann fjalir seg, har eingin sær og har, ið eingin kemur.
Har, sum hann er, tað er har, sum hann fer

Einsamallur rekist hann víða um. Tann løgni á bakkanum
Tí tað, sum hann ger, tað er tann, sum hann er.

Hann stjelur ber…

Hann stjelur, hann stjelur, hann stjelur, hann stjelur ber
Hann stjelur, hann stjelur, stjelur, hann stjelur ber
Hann stjelur, hann stjelur, stjelur, hann stjelur ber.
Ber og onkuntíð røtur, og so fer hann hvør sín veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin