Berlandið

Orð og lag: Finnur Koba

Eg havi verið eitt stað
Sum eingin annar hevur sæð
Har náttúran er øðrvísi enn her
Staðið hevur eitt navn
Tað eitur Tórshavn
Ein býur í eini øðrvísi verð

Hví skal tað regna uppeftir?
Hví skal alt vaksa niðureftir?
Hví er ljósið myrkt og myrkið ljóst?
Hví er óljóð kvirt og kvirran øst?
Kanska er tað berini

Her í Berlandi
Bera kvinnurnar skegg
Sum víkingar í 9. øld
Men á Jørðini
Verpa hønurnar egg
Og í vetrartíðini ganga tey køld

Hví skal tað regna uppeftir?…

Tí tú ert mín Jesus
Far út og liva títt Ødipus-kompleks
Mín persónligi Jesus
Tær nýtist ongar spesiellar special effects
Til sex

Hví skal tað regna uppeftir?…

FavoriteLoadingGoym tekstin