Bert ein dag í senn

Orð og lag: Marijohn Wilkin og Kris Kristofferson
Týtt: Øssur Berghamar

1. Einki eg megni í sjálvum mær
kraft mín tú ert, hjálp tú mær bert
at hvíla í tær.
Kósina vís mær – og leið mína kenn!
Gev mær tín frið, leið meg hvørt stig
bert ein dag í senn!

Niðurlag: Bert ein dag í senn, mín Jesus,
er alt mær tørvar júst nú.
At liva meg lær við styrki frá tær,
mítt álit ert tú.
Gjárdagurin fór, mín Jesus,
í morgin ei komin er enn.
Eg biði teg: vís mær tín veg,
bert ein dag í senn!

2. Sært tú tann ófrið, í heiminum er?
Myrk hendan tíð – bardagi, stríð
meg ótryggan ger.
Men tú ert hin sami, ert virkandi enn.
Eg líti á teg, vís mær tín veg
bert ein dag í senn!

FavoriteLoadingGoym tekstin