Bert ein stutt, lítil stund, og eg fari

Orð og lag: Johan Fredrik Thorin
Týtt: Petur William Háberg

1. Bert ein stutt, lítil stund, og eg fari,
eins og dúvan til reiðrið hjá sær;
bert ein stutt, lítil stund, og eg eigi
ta krúnu, sum Gud goymir mær!

Niðurlag: Mín sál, hon væntar Harran Jesus,
eins og vaktarmaður vónar morgunin;
tíðarteknið sýnir greitt, at Jesus kemur,
eins og eysturroði boðar morgunin.

2. Eina stutta stund enn varir stríðið,
men ein hvíld er í Himli til mín;
eina stutta stund enn má eg bíða,
so tekur Gud meg upp til sín.

3. Eina stutta stund tárini renna,
so Gud turkar tey kinnini av;
enn ein stutt, lítil stund, og eg stígi
inn í Himmalsins heim, hann mær gav.

4. Skjótt hin seinasti lúður skal ljóða,
Jesus aftur í luftini sæst;
standið vakin, Guds børn, til ta løtu,
tá hann heinta skal síni við hast!

FavoriteLoadingGoym tekstin