Bert eitt stig, bert eitt stig, tú, sum ivandi ert

Orð: Hans A. Urseth
Lag: F. Melius Christiansen
Týtt: Jákup Olsen

1. Bert eitt stig, bert eitt stig, tú, sum ivandi ert,
og sum enn stýrir syndanna kós.
Alt vil umskift tá verða, tí kenna tú fert
frið og sælu og gleði og ljós.
Bert eitt stig yvir markið og yvir til Gud –
hevur mót tú at stíga tað stigið heilt út –
frá heiminum yvir til Gud?

2. Bert ein avgerð í fremmanda landinum har:
„Eg vil reisa meg og fara heim.“
Áh, tá lætnar tann byrði so tung, sum tú bar,
og har heima er gleði og gleim.
Bert eitt suff úr tí syndtyngda brósti til Gud,
tá er stillaður ófriður, endað øll sút –
eitt stig yvirum – og til Gud.

3. Bert eitt eygnakast søtt har av Golgata træ,
frá Guds Soni, sum andaðist har.
Øll tín synd har varð goldin, øll somul, áh, ja,
tí av kærleika alt har hann bar.
„Tað er fullgjørt“, hann rópti, tað var fyri teg,
„alla straffina tók eg, hon fall har á meg,
kom barn, tað var alt fyri teg!“

FavoriteLoadingGoym tekstin