Bert eru minnir

Orð og lag: Sofus Hansen
Viðmerking: Yrktur 12. apríl 2014.

1. Tú er so góð nú, tú var so glað,
ikki so nógv her, av tínum slag.
Eittans ein kossin, biði frá tær,
aftur eitt smíl nú, tú gevur mær.

2. Gleðin tann stóra, tú er nú her,
gleðin tann vakra, sløkna ei er.
Vit skulu minnast, dagin í dag,
ei vit nú hava, av tínum slag.

3. Sjúka og pína, hvat gera vit,
hetta er gongdin, okkum við lið.
Rópa um hjálp nú, Hann er jú her,
liggja á song tá, Harrin hann ber.

4. Dagur so kemur, náttin so við,
stendur tá Harrin, við okkara lið.
Skjótt hann tá tekur, sálina við,
syngja tá sangin, gevur Hann frið.

5. So kom tann dagur, andin hann fór,
familja og vinir, ja sorgin so stór.
Jesus hann tekur, teg í sín favn,
tá er bert minnir, og her eitt navn.

FavoriteLoadingGoym tekstin