Bert lítla stund

Orð: Grundtvig
Týtt: Edm. í Garði

Bert lítla stund
í rósulund
vit mennast og so følna;
sum blóman fríð
á summartíð
fer sorgarblíð,
tá lotið fer at kólna.

Bert lítla stund
skal deyðans blund
tó fyri kristnum vera;
sum fjalda sáð
í moldum lá –
brátt búnast strá
til lívsins dýrd at bera.

Bert lítla stund
við heimsins sund
so ævigt í Guðs høllum;
hans vilji er,
sum kemur her
við ljósins ferð,
at bjarga sálum øllum.

Bert lítla stund
í rósulund,
so á Guðs nýggju foldum;
so heystið her
og várið har
væl vert tað er
ta vetrarnátt í moldum.

Bert lítla stund
ein søtan blund,
og allar skýmdir rýma;
Guðs nýggja sól
ein morgun ól
um himnahól,
har aldri fer at skýma.

FavoriteLoadingGoym tekstin