Bert nakrar stundir enn

Orð: Horatius Bonar
Lag: George W. Martin
Týtt: Jákup Olsen

1. Bert nakrar stundir enn,
bert nøkur ár á fold,
so eru vit ímillum tey,
sum hvíla undir mold.
Ger teg til reiðar, sál,
til henda stóra dag!
Teg reinsa lat í blóðinum,
teg frelsir eina tað!

2. Bert nakrar ferðir enn
skal sólin rísa her,
so eru Guds børn komin, har
sum einki myrkur er.
Men eigur tú tá, sál,
ein bústað uppi har,
tá sólin hina síðstu ferð
er risin her hjá tær?

3. Bert nakrir stormar enn
á hesi myrku strond,
so skulu Harrans vinir sjá
tey ljósu, føgru lond.
Men tá títt eyga, sál,
hin síðsta dagin sær,
skal stormur ella stilli tá
í ævir møta tær?

FavoriteLoadingGoym tekstin