Bert tóm og ónýt var øll trúgv

Orð: Victor Danielsen

1. Bert tóm og ónýt var øll trúgv,
um eingin grundin var,
hará ein fátæk mannasál
í ævir hvílu fær.

2. Hitt orð so mangan hoyrdu vit,
at bert ein fastur er
í tí, hann trýr, hin góði Gud
mót honum miskunn ger.

3. Men svíkjandi er henda grund,
um trúgvin enn er sterk;
hin eina lívd mót dóminum
er Kristi blóð og verk.

4. Tí tað er vilji Faðirsins,
at tann, ið Sonin sá
og trýr á hann, hann frelstur er,
hann dómur ei skal ná.

5. Gev hesum gætur, dýra sál,
rannsaka, hvar tú ert!
Ei Kristus, og so nakað meir,
nei, Kristus, Kristus bert!

6. Stíg yvir á ta tryggu grund,
úr vanda flýggi tú!
Hygg burt, hygg burt av sjálvum tær,
og hygg á Kristus nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin