Besta bók av bókum her

Orð: M.B. Williams
Lag: Charles D. Tillman
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: My Mother’s Bible

1. Besta bók av bókum her
Bíblian hjá mammu er,
merkt av tárum, skrætt og rukkað er mangt blað.
Men so klárt er fyri mær,
tá hon tók meg inn at sær,
setti meg í fangið – og til Gud hon bað.

Niðurlag: Gamla bók, dýra bók,
gjøgnum teg eg Jesu kærleik havi sæð,
meir og meir eg elski teg,
sum eg ferðist á tí veg,
ið skal føra heim til Zions nýggja stað.

2. Hon fortaldi fyri mær,
hvussu Jesus Kristus var,
komin her at ganga krossins tunga veg.
Tá eg krossfestan sá hann,
og mær tár á kinni rann,
kysti hon meg, segði, alt var fyri meg.

3. Nú í Himli mamma býr,
men tann bókin er mær dýr,
sum í sorg og gleði henni var so kær.
Hon gav kraft í neyðarstund,
hon helt inn í deyðans blund,
og eg veit, hon eisini skal hjálpa mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin