Besta løtan

Orð og lag: Uni Arge

Norðlýsið á ferð
stjørnur lýsa bjart
kavaklæddar líðir
allastaðni her tú sært

Horvin summarsól
brenna vøkur ljós
tosa øll um jólini
um kongin og eitt fjós

Størsta løtan nakrantíð hjá hesi mannaætt
ongin hevur størri gleðiboð frá nøkrum frætt
tað var kvøldið tað besta tað av øllum kvøldum ber
besta løtan so siga tey hon størst av øllum er

Mánin hongur har
verjir hesa verð
fjálgt er nú í stovunum
og friður inni er

Hvussu gekk hjá tær
hvussu var títt ár
aftur nú tey spyrja so
og onkur fellir tár

Størsta løtan nakrantíð hjá hesi mannaætt
ongin hevur størri gleðiboð frá nøkrum frætt
tað var kvøldið tað besta tað av øllum kvøldum ber
besta løtan so siga tey hon størst av øllum er

Vit reika gjøgnum lívið millum sorg og gleðiboð
og um tú nú kennir einsamalla teg so er tað so
vit eiga altíð í onkran sum i tonkum er á ferð
og minnist at vit eru her og heilsu okkum ber

Stjørnuskot á veg
út í myrka nátt
reika nú á luftini
og hvørva aftur brátt

Lívgandi hon er
hendan vakra sjón
heimurin er stórur
og í heiminum er vón

Størsta løtan nakrantíð hjá hesi mannaætt
ongin hevur størri gleðiboð frá nøkrum frætt
aftur kvøldið nú koma skal tað størst av øllum er
besta løtan so siga tey hon størst av øllum er
besta løtan so siga tey hon størst av øllum er
besta løtan tað vita vit tá jólaaftan er