Besti vinur svíkja kann

Orð og lag: Arthur A. Luther
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Jesus never fails

1. Besti vinur svíkja kann,
myrkjast kann tín leið.
Ein teg støðugt elska man:
Jesus svíkur ei!

Niðurlag: Jesus svíkur ei!
Jesus svíkur ei!
Himmal, jørð, alt víkja kann,
men Jesus svíkur ei!

2. Um tú ongan glotta sær,
um tín fótur gleið,
minst, hann er tær altíð nær,
Jesus svíkur ei!

3. Mitt í lívsins tyngstu stund
gøta tín gerst greið,
kraft tær gevur hann í lund,
Jesus svíkur ei!

FavoriteLoadingGoym tekstin