Bíblian fortelur um eitt Himmalríki

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Bíblian fortelur um eitt Himmalríki,
eitt Land, har eingin deyðan sær;
har vatnið rennur reint og klárt í ánni
og fuglasongurin ei enda fær!

Niðurlag: Eg havi avgjørt, eg má náa hetta Landið,
Lyftislandið, Himmallandið!
Eg havi avgjørt, eg má náa hetta Landið,
tað Landið, sum eitur Himmalin!

2. Á, mær leingist so at síggja hetta Landið,
har finnist ikki sjúka ella neyð;
tey frelstu glað lovsyngja har Guðs Lambi,
eg havi avgjørt, eg vil vera millum tey!

3. Her á jørð er mangt sum víst vil okkum spilla,
øll vár vándska, sum eitrar henda heim;
Himmallandið, tað er reint og fylt við sangi,
alt andar av Guðs friði, dýrd og gleim’.

4. Tú og eg vit kunnu koma til tað Landið,
um vit trúgva á hitt frelsandi Guðs Orð;
tað, sum sigur, at Guðs Sonur kom í heimin
og gav Sítt lív at bjarga hesi jørð.

FavoriteLoadingGoym tekstin