Bíbliuna les og lat alt annað fara

Orð: M.J. Smith
Lag: James R. Murray
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Cling to the Bible

1. Bíbliuna les og lat alt annað fara,
halt teg til hennara dygdir og ráð,
hon kann teg leiða og styrkja og varða,
hennara lyfti tú líta kanst á.

Niðurlag: Bíbliuna les, ja, Bíbliuna elska.
Bíbliuna les, hon er lykt tín og ljós!

2. Bíbliuna les, ævigt lív hon tær gevur,
frelsir hin falna og syndiga mann.
Av ríkidømi hon nóg mikið hevur,
hennara signing søk, meðan tú kann.

3. Orð títt er lyktin, sum fótinum lýsir,
ljósið á leiðini, hvar tú so fer,
sum einum vilstum á beinan veg vísir,
bókanna Bók hon av sonnum jú er!

FavoriteLoadingGoym tekstin