Bið, tá ið stormskýggj umgirða teg

Orð og lag: Chalvar A. Gabriel
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Bið, tá ið stormskýggj umgirða teg,
bið, hóast alt er svart.
Fjalir enn myrkur, toka tín veg,
bið, inntil ljós tú sært.

Niðurlag:
Halt á at biðja,
til ljós tú sært,
Gud hoyrir bønir,
víst svar tú fært.
Gud heldur orð sítt,
á mál tú nært.
Halt á at biðja,
til ljós tú sært.

2. Tyngdur av sorgum, hjarta títt kalt,
bið, inntil svar tú fært.
Far til tín Faðir, sig honum alt,
bið, inntil ljós tú sært.

3. Bið so í trúgv, tí Faðir tín har
senda skal ljós sítt bjart.
Kærleiksfult, rørt hans eyga teg sær,
bið, inntil ljós tú sært.

FavoriteLoadingGoym tekstin