Bíða mær í nátt

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Peter Alberg

1. Bíða mær í nátt!
Bíða mær, eg komi.
Grát ei langt’nartár,
góða fljóðið mítt.
Allan, allan mátt
gevur hjarta títt
míni sál, tá eg
kyssa kann títt hár.

2. Bíða mær í nátt!
vindar verða lýggir,
dalur andar ást,
skýming fjalir fjøll.
– Alt, alt ljóst og gott
skrýddi lívsins vøll,
tá eg fevndi teg,
og eingin skýming sást.

3. Bíða mær í nátt!
Eins og falkur fljóti
sveimi eg til tín
langa, langa leið.
Koma vil eg brátt,
leikalindin mín!
Aldri gloymist stund,
í tínum ørmum leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin