Bíðar tú eftir, at sólin skal skína

Orð: Roi Reynagarð Patursson
Lag: Birthe Zanders
Viðmerking: Yrktur í 1982.

1. Bíðar tú eftir, at sólin skal skína,
at líðirnar grønkast,
og alt verður gott?
Bíðar tú eftir, at dagarnir blíðkast,
at knutarnir loysna,
at kærleikin kemur í nátt?

Tú eigur eina víða verð
at liva í.
Tað finst onki stað á jørð
at bíða í.

2. Bíðar tú eftir, at friðurin kemur,
at vápnini hvørva,
at alt verður kvirt?
Bíðar tú eftir, at aldurnar leggjast,
at asfaltið blomstrar,
at framtíðin ljósnar, tá tað er myrkt?

3. Bíðar tú eftir, at klokkan skal sláa,
at teir ráðandi lurta
og hjálpa tær við?
Bíðar tú´eftir, at ættirnar tiga,
at tíðin skal steðga,
og deyðin batnar stig fyri stig?

4. Bíðar tú eftir, at ístíðin linkar,
at tey gomlu yngjast,
og at børn koma til?
Bíðar tú eftir, at dreymarnir vinna,
at fløkjurnar greiðast,
tá ið tú veitst tað, ið tú vil?

FavoriteLoadingGoym tekstin