Biðið, og tit skulu fá

Orð: J. Nordal Brun
Lag: Jesus góði, saman her
Týtt: Jákup Dahl

1. Biðið, og tit skulu fá,
so man Jesus okkum heita.
Í hans navni vera má
bønin, ið skal signing veita;
søkja á hans fund tit mega,
fáa munnu tey, sum biðja.

2. Leitið, og tit finna brátt
frið í tykkar møddu hjørtum;
Harrin lýsir dimma nátt
blítt við náðarljósi bjørtum.
Hann man frið og frelsu veita,
finna munnu tey, sum leita.

3. Bankið á, tá opnar seg
ástríkt Harrans faðirhjarta,
og við deyðans dimma veg
dýrdarinnar høllin bjarta.
Náði Guðs vil allar sanka,
upp man latast teim, ið banka.

FavoriteLoadingGoym tekstin