Eg bilsin standi og hugsi

Orð og lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eg bilsin standi og hugsi
um Jesus úr Nazaret,
og undrist, hví hann meg elskar
og frían meg hevur sett.

Niðurlag:
Hvør undurfult,
hvør dýrabart,
songur mín er bert um teg.
Hvør undurfult,
hvør dýrabart,
at tú skuldi elska meg.

2. Í urtagarðinum bað hann:
Áh, Faðir, tín vilji ske!
Hans tár og sveitti har fullu
sum blóðsdropar fyri meg.

3. Hann mína synd upp á træið
á likami sínum bar,
hann leið og sjálvboðin doyði,
varð gjørdur til bann av mær.

4. Tá við teim loystu í Himli
hans andlit mítt eyga sær,
í øldir og allar ævir,
mín Loysnari lovsong fær.

FavoriteLoadingGoym tekstin