Bilurin hjá okkum

Orð og lag: Steintór Rasmussen
Íslendsk týðing

1. Bilurin hjá okkum var í bløðunum í gjár
19.000 krónur hann er 23 ár
Spildurnýggjar viskarar og tvey reservahjul
Bilurin er reyður tann eina hurðin gul

2. Bilurin hjá okkum var ofta fyrr til sýn
Politistarnir í býnum kenna allir pápa mín
So snakka teir um útstøtið, um ljós og róðurslør
Eg haldi ikki pápi kann vera ein og hvør

3. Bilurin hjá okkum steðgar upp viðhvørt
Pápi hevur sjálvur nýggjar nummarplátur gjørt
Lummalyktir framman og aftan endurskin
Ein dunk vit hava standandi mangla vit bensin

4. Frá bilinum hjá okkum kemur gangur og nógv os
Og mamma mín hon sigur hann er blivin fólkatos
Og børnini í býnum hava mangan bilin elt
Eg vóni ikki at pápi okkar fína bil fær selt

FavoriteLoadingGoym tekstin