Birt tú ljós í barmin nú

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Knút Olsen (Dagsins eyga sløknar nú)

Birt tú ljós í barmin nú,
Halgi Andi, tú hin skæri!
Sýn mær sonnu, rættu trú,
frá tí ranga tú meg varði;
el í mær ta góðu trá
eftir krúnuni at ná.

Sannleik tín tú fram mær greið,
ber mær boð um guddómsvilja,
vís mær veg á rætta leið,
so eg halga miðið skilji;
tváa tú mín huga rein’,
gev mær væl á góðum grein.

FavoriteLoadingGoym tekstin