Birtist mær í andanum

Øssur Berghamar
Orð og lag: Graham Kendrick
Týtt: Øssur Berghamar

1. Birtist mær í andanum,
at eg sá hann, Gud og mann,
komandi í skýggjunum,
og á trónu settist hann.

Niðurlag: Alt vald er hans um ævir
og vit, hans fólk,
við hansara lið.
Alt vald er hans um ævir.
Hans tróna varir við.

2. Honum givin varð øll dýrd
og alt vald – tá fall á knæ
fyri honum hvør ein sál,
hvør ein tjóð, hvørt fólkaslag.

3. Sitandi á trónuni
hygg Guds Lamb, sum ofrað varð.
Sárini enn eru sjónsk,
sum hann fyri okkum bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin