Bjarga teim doyggjandi

Orð: Fanny Crosby
Lag: William H. Doane
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Rescue the perishing

1. Bjarga teim doyggjandi,
reis tey, ið falla,
rív tey í miskunn av fíggindans hond,
far eftir burtvilstum,
bundnum og særdum –
Jesus vil frelsa tey, loysa øll bond!

Niðurlag: Bjarga teim doyggjandi,
reis tey, ið falla,
Jesus vil frelsa tey –
før tey til hann!

2. Tó at tey háða hann,
bíðar hann tolin,
væntar at síggja eitt angursins tár;
tala í álvara,
vís teimum vandan,
fá tey at kenna sítt svíðandi sár.

3. Djúpast í sálunum
kenslur enn búgva,
kenslur frá Gudi, sum freistarin vann;
rørdur av kærleikshond
strongurin brostni
ljóða av nýggjum við gleði enn kann.

4. Bjarga teim doyggjandi!
Jesus teg biður;
styrki tú fært, um bert royna tú vilt;
før tey á beinan veg,
leið tey í tolni,
sig teimum lívsins orð skilliga, stilt!

FavoriteLoadingGoym tekstin