Bjarga teim druknandi

Orð: Fanny Crosby
Lag: William Howard Doane
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Helst týddur í 1980-árunum.

1. Bjarga teim druknandi,
finn nú tey farnu,
leið tey úr syndini, dómi og deyð´!
Grát við teim grátandi,
reis upp tey falnu,
leið tey til Jesus, so frelsir hann tey!
Bjarga teim druknandi,
finn nú tey farnu,
Jesus er náðigur, frelsa hann vil.

2. Hóast tey spotta hann,
bíðar hann tolin,
bjarga hann vil tey sum hirðin sín seyð!
Kalla í kærleika, álvara vís tó,
um bert tey trúgva, so náðar hann tey.
Bjarga teim druknandi,
finn nú tey farnu,
Jesus er náðigur, frelsa hann vil.

3. Fjøtrað av freistara
hevur tó hjartað
kenslur, sum náðin vil spegla sær í;
nem tær við mildleika,
vek tær í kærleika,
– væl ljóma streingir, tá sálin er frí!
Bjarga teim druknandi,
finn nú tey farnu,
Jesus er náðigur, frelsa hann vil.

4. Bjarga teim druknandi!
Jesus oss býður.
Styrki í stríðnum tú gevur, o Gud.
Inn á tann mjáa veg
noyð tey í tolni,
ber teimum boð um hin lívsæla lut!
Bjarga teim druknandi,
finn nú tey farnu,
Jesus er náðigur, frelsa hann vil.

FavoriteLoadingGoym tekstin