Bjart lýsir summarljósið

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Bláu augun/Asta Sveinsdóttur

Bjart lýsir summarljósið,
alt andar av friði og ró,
so fjart tykist lívsins ósi,
hvør markleyst kenst lívið – og tó!

Hvør kann væl tess gátur ráða
og greina mær lagnunnar slóð?
Og svarið á spurningin skoða:
Sig, hví varð eg til – og tó!

Stokkut er mansins ævi,
brátt horvin er ungdómsins tíð;
so mangur, ið troytti havið,
kom ongantíð aftur – men hví?
Hvør kann væl ta gátu ráða……

Sæla, sorti og felli
treða sín tølandi dans;
miskunnarleyst í elli
fjónast øll forløg mans.
Hvør kann væl ta gátu ráða……

Hvaðan kom rúmdin – og lívið,
kærleikin, longsil og trúgv?
Alt meiri eg undrandi blívi,
hví lagnan á fold tók búgv?

Hvør kann væl ta gátu ráða,
greina mær kenslur og sinn?
Og svarið á spurningin skoða,
hví eg kom í heimin inn?

Tó – ein er, ið øllum valdar,
ein er, ið kennir hvørt svar,
sum greina kann gátur aldar
og svara hvønn spurning, ið var.

Hann eina kann gáturnar ráða,
opna mær Himmalin;
svarið á spurningin skoða,
hví eg kom í heimin inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin