Bjart várs Faðirs náði skínur

Orð: Philip Paul Bliss
Lag 1: Philip Paul Bliss
Lag 2: David Caryll
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Let the lower lights be burning

1. Bjart várs Faðirs náði skínur
yvir hav og yvir lond,
og hann okkum beyð at tendra
ljós við lágu sjóvarstrond.

Niðurlag: Lat hitt lægra ljósið brenna,
lýsa bjart og sløkna ei,
so ein skúta, stødd í vanda,
finna kann ta beinu leið!

2. Dapra syndanáttin dimmist,
villar bylgjur ýla hátt,
eygu troytt í angist hyggja
eftir ljósi í tí nátt.

3. Birt títt veika ljós, mín bróðir!
Frelsa kanst tú onkun mann,
sum nú vónar havn at náa,
bert eitt ljós hann síggja kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin