Bjóða hinum djúpast falnu

Victor Danielsen
Orð: Anna Shipton
Lag 1: Charles C. Converse, R.L. Haslup, Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Bjóða hinum djúpast falnu!
Lambsins veitsla bíðar teim;
oyðin, tóm og køld er verðin,
eigur einki sálarheim.
Bjóða hinum troyttu, veiku,
syndatyngdu, far, áh, far,
sig: Áh, syndari, kom aftur,
Jesus bíðar eftir tær!

2. Bjóða heidningum og jødum,
bjóða hvørjum inn til gest,
noyð tey, bjóða øllum, øllum
inn til Harrans náðifest!
Faðirin fer út við gleði,
fevnir hin fortapta son,
rík, óendalig er náðin,
aldri, aldri svíkur hon.

3. Bjóða teim, sum kristin kallast,
men sum ikki kenna Gud,
at tey, meðan enn tey kunnu,
velja Kristus sum sín lut!
Bjóða teim, sum orðið spotta,
velja heimsins synd og lyst,
sig teim, at tann dagur kemur,
tá teim tørvar Jesus Krist!

4. Bjóða hinum ungu, glaðu!
Stutt er lívsins fagra vár,
bið tey ikki spæla, droyma
burt tey stuttu náðiár!
Um hin ungi tíðliga finnur
Jesus sum sín vin, sín skatt,
mikla sorg tað honum sparir,
áh, sum hjartað verður lætt!

5. Bjóða hinum hjartabrotnu,
sum ei vita veg og ráð,
sig við tey, at Jesus frelsir,
at hjá honum frið tey fá!
Sig, at favnur Guds er opin,
sig, hann turkar tár av kinn,
sig, at enn er rúm til teirra,
kalla, bøna, noyð tey inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin