Bláa húsið

Hetta er ein søga um eitt hús sum var blátt,
og meg, sum var fullur hvørja leygarnátt,
– hvønn sunnumorgun eg gekk har forbí,
í sama lag og um somu tíð.

Ein genta hon smíltist tá eg kom forbí,
eg smíltist aftur, eg veit ikki hví.
Fólk fór í kirkju, og hanin hann gól,
meðan hjá mær tað í heysinum mól.

Tað er óneyðugt at siga tær frá,
hví ið eg ikki kom heim fyrr enn tá,
tí ólík man ei vera hvør leygarnátt,
hjá teimum sum halda seg til tað sum er vátt.

Lagið var tað sama eftir hvørt ball,
øldunstur, spíggja og eitt mislukkað knall,
øll vikulønin úr lummanum fór,
hvar kann eg lána fyri eina Føroya Bjór?

So ein morgun eg gekk har forbí,
sá so at gentan stóð hurðini í,
nú fyrst eg sá hvussu ið hon sá út,
reyðflekkut andlit, og ein stóran búk.

Eg spurdi so pent hvør ið skemtarin var,
gævi Guð at eg aldri fekk hetta svar,
at minnast hvørt leygarkvøld, tað var ikki lætt,
men nú var so økt um okkar’ mannaætt.

Eg hugsaði ei tá um bindandi skjøl,
bað hana læna mær fyri eina øl,
for so til hús – hanin gól kykkelik,
eftir fyrsta javnaran kendi eg til.

FavoriteLoadingGoym tekstin